Einasti uggin hjá meksikomonnum og amerikanarum er, at "Wilma" er viknað nakað tað seinasta samdøgrið. Fyrrakvøldið var hon tann ringasta, sum menn vita um at siga, men í gjár var hon viknað eitt sindur. Sambært amerikonsku veðurstovuni var hon vorðin ein ódn í bólki fýra, og vindferðin lá um 250 kilometrar um tíman.
Í gjár hevði "Wilma" kós ímóti Yucatan-nesinum í Meksiko og vestara parti av Kuba. Í Meksiko høvdu myndugleikarnir biðið fólk fara burtur frá strondini, og umleið 10.000 ferðafólk høvdu fingið boð um at fara av gistingarhúsunum við strondina. Har vesturi í Kuba vóru allir skúlar stongdir, fleiri túsund fólk vóru flutt burtur frá strondini, og myndugleikarnir settu fólki aðrastaðni í landinum bann fyri at fara vestureftir. Samstundis fingu arbeiðsfólkini í teimum nógvu tubbakslundunum boð um at bjarga tí, sum bjargast kundi.
Veðurmenninir rokna við, at "Wilma" fer at herja ein stóran part av Florida í dag og í morgin, og har hava umleið 80.000 fólk fingið boð um at fara frá húsi og heimi í góðari tíð. Stjórin á amerikanska ódnarstovninum, Max Mayfield, segði við CNN í gjár, at tær smáu oyggjarnar Florida Keys kunnu fáa eina harða viðferð, tá ódnin kemur hagar.
Amerikanski oljuútbúnaðurin í Meksikanska Flógvanum sleppur undan ódnarveðrinum hesaferð, men tær stóru citruslundirnar og sukurmarkirnar í Florida kunnu fáa ein dyggan smeit, sigur CNN.