Rógvi Nybo
Á hvørjum ári missa Føroyar ungfólk í stórum tali. Av hvørjum árgangi eru umleið 150 fólk, sum flyta av landinum, og ongantíð koma aftur. Ein serliga útsettur bólkur eru stakir uppihaldarar.
Annika Antoniussen og Siri Hansen hava skrivað høvuðsritgerð í pedagogiskari sosiologi um lívskorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Tær hava kannað umstøðurnar hjá hesum bólki í Føroyum, og vísa á fleiri øki, har umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum eru somikið vánaligar, at tey umhugsa at flyta av landinum til eitt nú Danmarkar, har umstøðurnar hjá støkum uppihaldarum eru munandi betri.
Liva av familjuni
Familjan er ein av hornasteinunum í føroyska samfelagnum, og hjá nógvum støkum uppihaldarum er familjan tað trygdarnetið, sum ger, at tað yvirhøvur ber til at fáa gerandisdagin at hanga saman. Hetta kann bæði verða gjøgnum fíggjarligan stuðul, tá kontan er tóm í hálvum mánaði og stuðulin frá landinum ikki røkkur til, við at ommur og abbar hjálpa til við at passa børnini tá tey eru sjúk, ella við at bera mat til hesar familjur tá køliskápið er tómt og børnini ikki fáa mjólk á borðið longur.
- Vit síggja, at hesi lívskorini kunnu vera við til at taka sjálvsræðið frá støkum uppihaldarum, sum verða rænd fyri møguleikan fyri at endurbyggja eina nýggja og trygga tilveru við teirra børnum, skriva Annika Antoniussen og Siri Hansen í teirra høvuðsritgerð.
Hetta er í andsøgn við tann mátan, samfelagið í dag leggur upp til at vit liva, har dentur er lagdur á ein sjálvstøðugan og refleksivan lívsstíl.
- Hjá teimum støku uppihaldarunum, sum ikki hava henda møguleika at liva av familjuni, hava ilt við at uppihalda eina tilveru við føroysku lívskorunum, og tað kann í síðsta enda hava við sær, at tey velja at rýma av landinum, skriva tær báðar.
Fara til Danmarkar at útbúgva seg
Tað er ymiskt hvussu væl ella illa stakir uppihaldarar klára seg. Í høvuðsritgerðini skriva Annika Antoniussen og Siri Hansen, at tað bert eru stakir uppihaldarar við høgari inntøku, ið hava møguleika at fáa gerandisdagin at hanga saman uttan at noyðast at liva av nærmastu familjuni.
Men hjá støkum uppihaldarum við lágari ella miðal inntøku er trupult at fáa ein gerandisdag at hanga saman. Serliga er tað trupult at nema sær eina útbúgving, tá stuðulsmøguleikarnir og bústaðamøguleikarnir eru so vánaligir sum teir eru.
- Møguleikin at útbúgva seg sum stakur uppihaldari er eina og aleina har orsaka av hjálpini frá familjuni. Hetta kann føra við sær, at fleiri stakir uppihaldarar frávelja útbúgving ella flyta til Danmarkar at lesa. Hetta meta vit er sera óheppið, tá ein útbúgving gagnar bæði staka uppihaldaranum og samfelagnum, er ein av niðurstøðunum í høvuðsritgerðini.
Bústaðastøðan størsti trupulleikin
Ein tann størsti trupulleikin hjá støku uppihaldarunum er sambært høvuðsritgerðini bústaðastøðan, tá ein manglandi bústaðapolitikkur er við til at skapa ótryggleika á bústaðamarknaðinum.
- Leiguprísirnir eru høgir, og tað gongur út yvir fíggjarstøðuna hjá støku uppihaldarunum og hetta avmarkar teirra valmøguleikar, skriva Annika Antoniussen og Siri Hansen.
Síðani ritgerðin er skrivað á vetri í 2009, eru ymisk ting hend á hesum økinum. Eitt nú er nýggj leigulóg komin í gildi.
Tó eru fáir møguleikar hjá støkum uppihaldarum at klára seg. Tað er javnan dýrt at leiga, bæði á bygd og í býi, og tað almenn er enn ikki komið við nøkrum bústaðatilboði, so sum almennar íbúðir og annað, vit kenna úr Danmark.
Eisini meta tær, at ein skipan eins og vit kenna úr Danmark, við boligsikring, sum verður latið í mun til inntøku, stødd á íbúð og tal av fólki í húsarhaldunum, kundi verið við til at tryggja teimum, ið eru verst fyri, meira sámulig lívskor.
Gruggar veruleikan fyri politisku skipanini
Sambært Anniku Antoniussen og Siri Hansen er støðan, har familjan virkar sum trygdarnetið hjá støku uppihaldarunum, við til at grugga veruleikan fyri politisku skipanini.
Hetta ger, at veruliga støðan ikki kemur til sjóndar, og at trýst tí ikki er á politisku skipanina at gera neyðugar broytingar fyri at betra um lívskorini hjá hesum bólki.
- Føroyski sosialpolitikkurin er merktur av einari ad hoc tilgongd, har talan er um brandsløkking, tá ein sosialur trupulleiki fyrst verður viðgjørdur tá skaðin er hendur. Hetta botnar í einari lágari raðfesting av hesum økinum, er ein av niðurstøðunum í ritgerðini í pedagogiskari sosiologi um lívskorini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, sum Annika Antoniussen og Siri Hansen hava skrivað.
rogvi@sosialurin.fo