Yvirhøvur er eitt metstórt tal av limum rýmt úr svensku kirkjuni í summar, vísa fyribils tøl frá kirkjuligu umsitingini í Uppsala. Higartil í ár hava 38.300 fólk meldað seg úr svensku kirkjuni, samanborið við 46.900 alt árið í fjør.
Í juli tóku yvir 5.100 limir til rýmingar úr svensku kirkjuni, og harvið helt trendurin fram, sum longu sást í juni mánaði, tá gott 13.300 limir í svensku kirkjuni takkaðu fyri seg. Tað vóru 3.000 fleiri enn ein vanligan juni mánað.
Fleiri orsøkir eru óivað til, at svenskarar venda kirkjuni bakið, men her og nú er fremsta orsøkin tær avdúkingar av dýrum uttanlandsferðum, tí fleiri svenskir miðlar hava í vár og í summar sagt frá, at leiðandi starvsfólk hjá kirkjuni hava gjørt ferðir uttanlands, ið hava lítið við kirkjuligt arbeiði at gera, samstundis sum ikki hevur verið spart upp á nakað.
Samstundis vísa tølini, at gongdin hjá katólsku kirkjuni í Svøríki er beint tann øvugta, tí har legst til av limum, eins og fleiri av fríkirkjunum eisini hava framgongd í limatali.
Ein meiningakanning frá 2012 vísir, at bara 29 prosent av svenskarunum hildu seg vera andaligar, 50 prosent vóru ikki andaligir, átta prosent sannførdir ateistar og 12 prosent vistu ikki ella vildu ikki svara.