Rýma úr Fólkakirkjuni

Støðugt fleiri og fleiri danir velja at fara burtur úr Fólkakirkjuni. DR veit at siga, at á Sjællandi, Lollandi og Falster fóru næstan 700 burtur úr teirri almennu kirkjuni í fyrsta ársfjórðingi í ár, og at tað er millum tvær og tríggjar ferðir fleiri enn vanligt onnur ár.

Á Lollandi og Falster fóru 223 burtur úr kirkjuni, og biskupurin har, Steen Skovsgaard, sigur við kringvarpið, at tað er 223 ov mong. Hann heldur, at tað kunnu vera ymsar orsøkir til, at fólk rýma úr Fólkakirkjuni.

-Eg haldi, at kirkjan ger nóg mikið fyri at endurnýggja seg, men tað skal heldur ikki ganga ov skjótt, sigur hann.

Sambært DR meldaðu 6.000 fólk seg úr donsku Fólkakirkjuni í fyrsta ársfjórðingi.