Klaksvík: Meirilutin í Klaksvíkar býráði arbeiðir í hesum døgum við síni fyrstu fíggjarætlan.
Millum tær mongu samrøðurnar og nevndarviðgerðirnar av fíggjarætlanini fyri næsta ár, hava tveir fundir eisini verið á Viðareiði. Seinni fundurin var beint fyri norðoyastevnu.
? Hetta er nýtt, men vit hava valt at leggja tveir fundir á Viðareiði, so vit hava kunna fundast í friði og náðum. Vit hava givið okkum góðar stundir at viðgera tey mongu málini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.
? Vit eru ein nýggjur meiriluti í býráðnum, og tí hava hesir fundir eisini verið brúktir til at samansjóða okkum betri, sigur hann.
Avmarkaðar íløgur
Klaksvíkar kommuna kann gera íløgur fyri umleið 18 milliónir krónur næsta ár, og nógv er at brúka hesar pengarnar til.
? Nevndirnar hava hvør í sínum lagi mett um sín tørv fyri komandi ár, og nú verður tað upp til okkum at prioritera íløgurnar, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
? Tíðirnar eru soleiðis, at nógv halda okkum hava ovmikið at pengum, men soleiðis er ikki. Vit hava avmarkaðar møguleikar fyri íløgum, og tí verða vit noydd at velja og vraka.
Nógv stórmál á skránni
Nógv mál verða viðgjørd, nú fíggjarætlanin skal leggjast fyri komandi árið.
? Vit verða noydd at halda fram við at betra um umstøðurnar í skúlunum, og havnaviðurskiftini eru eisini eitt átrokandi mál. Vit hava latið seinasta byggiloyvi á havnaøkinum, og nú er einki eftir at byggja á, sigur Steinbjørn Jacobsen.
? Barnaansingin er eisini eitt afturvendandi mál, og umvælingin av svimjihøllin fer eisini at kosta nógvar pengar.
Enn er meirilutin í býráðnum í Klaksvík ikki komin á mál í viðgerðini av fíggjarætlanini, og tað ganga ivaleyst fleiri vikur, áðrenn uppskotið um fíggjarætlan er klárt.