Rím um krím

Krúnukrím var ein býur í Kina.
Men so brátt vórðu tjøldrini illkrýnd,
og tjóðin stóð saman fyri ikki at verða villtýnd.
Stóð saman um at vera sundur.

Og søgurnar vóru nógvar
um bæði smittandi spógvar og sprittandi lógvar.
Avlýst, avblást, útsett, stongt og úthongt,
og millum manna var nú vorðið so illa gongt.

Grannar fóru í sóttarhald, lesandi í flóttahald –
men hjá nógvum var tað bert óttahald.
Tilmældi óttin fyri óttanum hjá øðrum.
Ja, krúnukrímskreppukrampaktigheit.

 

***

 

Í Italia mugu hini deyðu jarða síni deyðu,
meðan familjur sita fjálgar í føroyskum stovum.
Og upp frá tómu gøtunum síggjast fjarstýrd menniskju í vindeygum,
sum droyma um forboðin handatøk og heilagar kossar.

- Napoleon Smith