Úr Listaskálanum til París

Sunnudagin 5. september klokkan 20, hevur Tórshavnar Kamarkór konsert í Listaskálanum. Henda konsertin er liður í verkætlanini hjá kórinum at fara til París at luttaka á stórari kórfestival.

Miðan september fer Tórshavnar Kamarkór á spennandi kórfestival í París.

Kamarkórið skal luttaka í einum ljóðspæli, sum er gjørt yvir søguna hjá Karen Blixen, Babettes gæstebud ella Babette bjóðar inn.

Tað er víðakenda franska sjónleikarkvinnan Hélène Vincent, sum fer at lesa upp úr søguni um Babette. Í millum upplesturin syngur Tórshavnar Kamarkór ymiskir norðurlendskir sangir, sum hóska til høvið.

Tórshavnar Kamarkór fer eisini at hava konsert í svensku kirkjuni í París. Henda konsertin verður mikukvøldið 15. september kl. 20.00

Tórshavnar Kamarkór er stjórnað av Bernharði Wilkinson og hetta er fyrsta uttanlandsferðin við nýggja kórleiðaranum.