Úr Listaskálanum í Platform

Hevur ein tíð og hug ber til at skipa sær ein lagan túr í býnum eftir Jazzfestivalinum í kvøld. Túrurin kann byrja í Listaskálanum, fara framvið Gamla Meiarínum og enda í Platform. Øll støðini eru karmar um Jazzfestivalin í kvøld.

Jazzfestivalurin er nú í gongd á sínum fjórða og næstsíðsta degi. Í kvøld vara tiltøkini heilt út á náttina, tá finski bólkurin Wentus Blues Band fer at spæla á Platform til tann ljósa morgun.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Fyrr í kvøld, klokkan 19.30 verður møguleiki at hoyra bólkin hjá Branduri Jacobsen, Minor Bran Dur, við amerikansku songkvinnuna Deborah Herbert í Listaskálanum.<o:p></o:p>


Klokkan 21.30 vera tveir bólkar at hoyra á Gamla Meiarínum. Fyrri bólkurin á palli verður Malan Thomsen Kvartet, sum umfarmt songkvinnuna Maluna Thomsen, er mannað av Stamen Stanchev, Brandi Øssursson, Agnari Lamhauge og Høgna Klakkstein.<o:p></o:p>


Hin bólkurin, sum spælir á Gamla Meiarínum í kvøld, ber navnið Lossingarmenn, sum teir fýra Búi Egason Dam, Leivur Thomsen, Hallur Johannesen og Rógvi á Rógvu hava valt at kalla sín nýggja bólk.<o:p></o:p>


Jazzfestivalurin endar leygarkvøldið.<o:p></o:p>