Tjaldur?Stjørnan
15-23 (8-11)
Eingin ivi var nakrantíð um, hvørt av liðunum fór at standa seg betri, tá lokalu genturnar skuldu royna at taka stig frá higartil suverenu klaksvíksgentunum.
Stjørnan tók leiðsluna beinanvegin, og eftir hetta var bert ein vegur, og hóast klaksvíksgenturnar ongantíð spílaðu seg rættuligani út, so høvdu tær alla tíðina tamarhald á dystinum.
Ongan útskiftara
Hóast tað neyvan hevði broytt stórvegis um úrslitið, so var tað ein dyggur smeitur fyri Tjaldur, at vanligi toppskjútti teirra, Sunrid Gleðisheygg, fekk triðju útvísingina og harvið reyða kortið, tá fyrri hálvleikur var um at vera liðugur.
Tá dysturin byrjaði, vóru tað einans 8 útileikarar á heimaliðnum, og við tað at Sunrid mátti gevast so tíðliga í dystinum, kundi heimaliðið onga útskifting fremja allan seinna hálvleik.
Hetta hevði eisini sína ávirkan á ferðina í dystinum, tí ístaðin fyri at seta trýst á, valdu klaksvíksgenturnar at taka tað róligt, soleiðis at munurin hóast alt ikki varð størri enn 8 mál.
At heimaliðið bert hevur tann eina skiftisleikararn við til heimadyst, sigur nakað um, hvussu lítið av fólki tær hava at taka av.
Hjá Stjørnuni hava tey í hvussu so er ikki slíkar trupulleikar at dragast við. Dómaraseðilin er fullur hvønn dyst, og aloftast sleppa allar at royna seg í dysti. Í leygardagsblaðnum nevndu vit, at størsti vandin hjá Stjørnuni helst fór at verða, at tær ikki fóru at taka uppgávuna í nóg stórum álvara.
Soleiðis tóktist eisini at vera, men við tað at munurin millum liðini bæði var somikið stórur, hevði hetta onga ávirkan á endaliga úrslitið.
Áskoðararnir í Klaksvík hava nú í nakrar vikur gingið og tosað um, at teirra lið fer at verða kosið sum nummar eitt, við kappingarárslok.
Áðrenn hetta kann lata seg gera, skulu tó 14 dystir afturat fáa frá hondini, og tað man helst vera óneyðugt at siga, at klaksvíksgenturnar skulu sýna heilt øðrvísi hugburð, um tær skulu halda fast um oddasessin. Lítið er tó at ivast í, at tær verða meira uppsettar til aðrar dystir. Aloftast er ringt at seta seg upp, tá mundurin á liðunum er somikið stórur, sum hann vísti seg at vera í Runavík sunnudagin, og hóast tær tóku sær av løttum, so vórðu kravdu stigini fingin til høldar, soleiðis at Stjørnan framvegis liggur klárt á odda við fullum stigatali.
Komandi vikuskifti hava tjaldursgenturnar frí, meðan Stjørnan á heimavølli skal taka ímóti VÍF, sum man metast at vera eitt av teimum liðum, sum hava møguleika at skala Stjørnuni. Lítið er at ivast í, at klaksvíksgenturnar fara undir hesa uppgávu í størri álvara enn talan var um sunnudagin.
Dysturin í tølum:
Tjaldur: Oddvá Fossdalsá 3, Sunrid Gleðisheygg 3 (1), Kristina Ellingsgaard 2, Mona Langgaard 2, Sonja Gleðisheygg 2, Elinbjørg Hammer 2, Hansa Mikkelsen 2
Stjørnan: Andriana Milodanovic 5 (1), Vesna Tomajek 4 (2), Anna K Samson 4, Jastrid Gullaksen 3, Simona Hansen 3, Annika Ljósstein 2, Ragna Andreasen 1, Joan M. Joensen 1
Brotskøst: Tjaldur 1, Stjørnan 5
Útvísingar: Tjaldur 7, Stjørnan 2
Diskvalifikatión: Stjørnan 1