So sum kurvumyndin vísir, mynd 1, vóru ikki stórvegis útsving í lutfallinum millum dollar og euro hesa vikuna. Í hálvanannan mánaða hevur verið rættiliga friðarligt, og kursurin hevur flutt seg millum 1,28 og 1,30. Mánadagin á døgverða var kursurin 1,2866
Strukturellu problemini tey somu sum fyrr
Á europeisku síðuni eru høvuðsproblemini framvegis stórt arbeiðsloysi og lágur búskaparligur vøkstur. Har afturímóti stendur rættiliga væl til við einum góðum avlopi á handilsjavnanum. Flestu londini í euro-samstarvinum hava tamarhald á landshúsarhaldinum. Tó hava bæði tey stóru londini, Týskland og Frankaríki, nakað stórt hall á landshúsarhaldinum. Í Frankaríki kom arbeiðs-loysið fyri mars uppá 10,2%, tað hægsta í mong ár. Sama tal í Týsklandi fall eitt sindur. Men enn liggur tað óvanliga høgt, og er í báðum londum bæði eitt sosialt og eitt politiskt problem.
Hvussu eitt møguligt nei frá franskmonnum til nýggju europeisku grundlógina fer at virka, er ilt at siga. Tó man eitt nei ikki fara at styrkja hvørki ES ella felags valutaeindina, sum er euro.
Á amerikansku síðuni er tað tey sonevndu ?twin deficits?, stórt hall bæði á handils- og gjaldsjavnanum og í landshúsarhaldinum, sum eru hóttanir uppá longri sikt. Men í løtuni er búskaparvøksturin hægri í USA enn í Europa, ávikavist +3,9% og +1,8%, siga tøl sum ?The Economist? (300405) hevur fyri mars uppá ársbasis. Arbeiðsloysið er eisini lægri í USA enn í Euroøkinum, ávika-vist 5,2% og 8,9%, sam-bært somu keldu.
Ryktir um kinesiska revaluering
Vikan sendi nýggj leysatíðindir út millum fólk um, at kinesiska stjórnin fyrireikaði at loysa kinesiska yuan-gjaldoyrað frá fasta kursinum í mun til dollar, sum hevur verið galdandi seinastu tíggju árini. Hetta smittaði beinanvegin av uppá hina stóru asiatisku valuta-eindina, yen úr Japan. Yen hækkaði av somu orsøk fitt í mun til dollar. Tað, sum kann væntast um kinesiska yuan verður revaluerað (uppskrivað) ella heilt latin til marknaðarkreftirnar at avgera kursin er, at yuan hækkar í mun til dollar.
Kursurin á yuan hevur verið hildin niðri á tann hátt, at kinesiski tjóðbankin hevur selt ella brúkt stórar mongdir av yuan fyri at keypa dollar, netupp fyri at pressa kursin á yuan niður. Um hetta heldur uppat, so verður útboðið av yuan minni, kursurin hækkar. Samstundis minkar eftirspurningurin uppá dollar, og kursurin á dollar fellur.
Hesar møguligu broytingar á valuta-marknaðin-um í Asia væntast at fáa ta ávirkan, at eisini japansk yen, Singapore-dollar og aðrar valuta-eindir fara upp í kursi í mun til dollar
?Kapitalismus-kritik?
Globaliserings-orðaskiftið í Europa hevur tikið eina nýggja vend. Sosialdemo-kratarnir í størsta landinum í Europa, í Týsklandi, eru farnir at seta krøv til sjálvt tað búskaparliga systemið, til kapitalismuna, sum aftur verður nevnd við tí rætta navninum. Tað hevur annars verið ?ómodernað? og onnur penari og meira neutral orð, sum fríur, liberalur ella marknaðarbúskapur, hava verið brúkt.
Sum mynd 2 vísir, so hevur arbeiðsloysið verið stórt, og vaksandi, í Týsklandi hesi seinastu 10-15 árini. Myndi vísir eisini, at arbeiðsloysi er umleið dupult so størt í teimum ?nýggju? londunum, ella sagt við øðrum orðum, í tí gamla sosialistiska DDR.
?Var tað lukkan at sleppa uppí Bundesrepublik?? spyrja nógv eystanfyri, har ein fimtingur av fólkinum ganga arbeiðsleys. Samansjóðingin hevur verið nógv truplari enn búskaparfrøðingar og nógvir politikarar hildu og søgdu. Kapitalisman var eingin mirakul-drykkur.
?Raffkes? ella kraddarasálir
Formaðurin í týska javnaðarflokkinum, SPD, sum eitur Franz Müntefering, segði herfyri, at nógvir arbeiðsgevarar vóru asosialir og bert hugsaðu um pengar og profitt, of minni um menniskju og arbeiðspláss. Hann samanbar hesar vinnulívsmenn við ongsprettur (grashoppur). Teir koma sum hesi dýrini, leggjast at eta og fylla í bjølgin, og stinga so av til nýggjar akrar, tá einki er eftir. Eftir stendur arbeiðandi fólki við ongum.
Müntefering krevur at báðir partar í sosialstats-samarbeiðinum, bæði vinnulív og statur, yvirhalda vissar normar. Hann kravdi ar vinnulívið ikki bert vóru asosialir ?Raffkes?, sum merkir profitt-greðingar ella kraddara-sálir. Straks vóru arbeiðsgevarar og CDU (kristiligi andstøðuflokkurin) í øðini, og fóru at tosa um at SPD hevði gravað gamalt sosialistiskt tankagóðs, klassastríð, fram aftur.
Tann harðrenda kapitalisman í USA
SPD hevur ongar ætlanir um at avtaka kapitalismuna, men setir krøv. Ræðumyndin er tann angel-saksiska kapitalisman, soleiðis sum hon er í Bretlandi og í USA, soleiðis sum hon hevur útartað undir the Ironlady, tí konservativu mrs Thatcher og hjá Reag-an og Bush í USA. Tað hevur altíð verið stórur munur á europeiskari og anglo-amerikanskari konservatismu, har tann europeiska (Bretland ikki viðroknað) hóast alt hevur havt eina vissa sosiala tankagongd.
Spurningurin hevur onkuntíð verið heilt hvast for-muleraður: ?Hvat er fremst, lívið ella vinnulívið?? Hvat hevur fyrsta prioritet; ?menniskjan ella profitturin?? Í hesi globaliseringstíð er kanska vert at steðga á, hugsa seg um einaferð aftrat og spyrja: ?Skal alt avgerast av blindum marknaðarkreftum?? Ella er neyðugt, sum týska SPD spyr, at skapa eitt orðaskifti um eina nýggja regulering av búskapinum og globaliseringini?
Hvat sigur fólkið í Týsklandi?
Vinnulívsfólk og andstøða í Týsklandi hava helst hildið, at fólk ræddust hetta upplegg frá SPD. Men meiningskanningar siga nakað annað. TV-rásin ZDF hevur spurt fólk: Taka tygun undir við tí kritikki, sum Müntefering førir fram móti kapitalismuni? 74% svara ja, 23% nei. Spurd um tey halda, at profitgreðin kann hótta demokratiið? so svara 58% ja, men bert 36% nei.
Men hetta skal ikki forføra lesaran til at trúgva, at støðan er klár og einføld. Tá spurt var, um fólk vóru nøgd við sitandi stjórn við SPD og teim Grønu, so søgdu 59% nei. Og at enda, um fólk hildu ein nýggj stjórn við CDU á odda hevði verið frægari? Nei, 62% meintu, at tað gjørdi ongan mun.
Spurningurin er so eisini, hvat hetta kapitalismu-orðaskifti skal brúkast. Er tað valagn uppundir valið í Nordrhein-Westphalen, har sitandi SPD-stjórnin stend-ur til stóra afturgongd. Ella skal orðaskifti veruliga brúkast til, um møguligt, at sosialisera kapitalismuna?









