Tað er ikki vanligt, at seyður lembir um hesa tíðina, og tað var heldur ikki ætlanin hjá Jóan Ziska. Hann ætlaði at taka ærina av, slepti henni inn á eitt traðarstykki saman við einum veðri og ætlaði so at fita hana eitt sindur upp til slaktið í heyst.
Tað skrivar heimasíðan hjá Norðlýsinum.
- Men tey bæði, ærin og veðrurin, ætlaðu tað øðrvísi. Í gjáramorgunin, tá Jóan Ziska fór at hyggja til ærina, tí hann hevði sjálvandi varnast, at hon skuldi lemba, hevði ærin lembt eitt fitt og vakurt gimburlamb, skrivar Norðlýsið.