Fyrr í ár boðaði Rólant Poulsen, borgarstjóri á Eiði frá, at hann eftir 12 ár í kommunustýrinum, ikki fór at stilla uppaftur.
Men hann er kortini komin á ein lista.
- Tá ið tríggir kommunustýrislimir ikki stillaðu uppaftur, helt eg ikki, at eg eisini kundi gevast, tí tað er óheppið við so nógvum nýggjum fólkum í senn. Men um eg verði valdur aftur, fer tíðin at vísa, sigur Rólant Poulsen.
Tríggir listar eru á Eiði, men teir kunnu ikki almannakunngerast enn, tí fleiri fólk standa á meira enn einum lista. Tað ljóðar, at ein maður hevur gjørt ein lista við fleiri nøvnum, men fólkini eru ikki eftirspurd. Tey hava freist líka til 2. November at svara, á hvørjum lista tey vilja standa.










