Føroyski málverjin, Niklas Simonsen og liðfelagarnir í TMS Tønder mistu eitt stig í oddastríðnum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini ígjár.
TMS Tønder spældi javnleik 27-27 ímóti gamla liðnum hjá Helga H. Hoydal, Odder á útivølli. TMS Tønder var á sigurskós í fyrra hálvleiki. Í steðginum var TMS Tønder á odda 15-11, men teir fingu ikki spælið at koyra líka væl í seinna hálvleiki.
Rókur Akralíð skoraði trý mál tá lið hansara, HEI Skæring vann 25-21 á Odense. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10. Fyri Rók Akralíð og liðfelagarnar var talan um ein týdningarmiklan sigur, ið lyfti teir væl frá 10. plássinum í deildini, ið merkir niðurflyting til triðbestu deildina.
Komandi leygardag klokkan 13.30 verður Kyndils- og føroyingauppgerð. Tá taka Frederikshavn og Eirikur J. Simonsen ímóti HEI Skæring og Róki Akralíð.
Sunnudagin hevur TMS Tønder heimadyst ímóti Stoholm.
Støðan:
| hbold.dk | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Fredericia | 20 | 36 |
| 2 | Tønder | 20 | 33 |
| 3 | Skive | 20 | 29 |
| 4 | Sydhavsøerne | 20 | 26 |
| 5 | Ajax København | 20 | 23 |
| 6 | Odder | 20 | 23 |
| 7 | HØJ | 20 | 20 |
| 8 | Otterup HK | 20 | 19 |
| 9 | Frederikshavn | 20 | 17 |
| 10 | Stoholm | 20 | 16 |
| 11 | HEI, Skæring | 20 | 15 |
| 12 | HC Odense | 20 | 10 |
| 13 | Randers HH | 20 | 10 |
| 14 | Køge Håndbold | 20 | 3 |










