Rókur tók 10 ára gamalt met hjá Pál

Pál Joensen er ikki longur Føroya skjótasti svimjari á 50 metra frí

Pál Joensen er ikki longur Føroya skjótasti svimjari á 50 metra frísvimjing. Tí tað metið eigur nú Rókur Trygvason úr Ægir.

Metið tók hann seinnapartin í dag á Atlantic Open 2019 kappingini, sum hevur verið í svimjihøllini í Gundadali í Havn hetta vikuskiftið.

Rókur svam teinin upp á 23.14 sekund. Metið hjá Pál, sum hann svam á Oyggjaleikunum á Álandi í 2009, var 23.19. Tá vann hann gull á Oyggjaleikunum.