Rókur og teir taptu

Fremad Amager spældi um vikuskiftið ímóti Brønshøj í 2. deild eystur, og hesaferð noyddust teir á Amager at lúta. Brønshøj legði seg á odda tvær ferðir, men Fremad Amager javnaði báðu ferðirnar. Seinastu 12 minuttirnar skoraðu teir í Brønshøj tvey mál afturat, og so var dysturin avgjørdur. Rókur av Fløtum Jespersen spældi við seinastu 20 minuttirnar av dystinum.