Seinnapartin hevði føroyski landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð saman við liðfeløgunum í HEI Skæring møguleikan at vinna seg upp á níggjunda plássi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Liðini sum enda sum nummar 14, 13 og 12 flyta beinleiðis niður, og liðini sum enda nummar 11 og 10 í grundspælinum mugu spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr triðbestu hondbóltsdeildini.
Tá HEI Skæring fór á vøllin í Otterup var heimaliðið á níggjunda plássi bert eitt stig frammanfyri HEI Skæring á stigatalvuni.
Nú er Otterup trý stig frammanfyri HEI Skæring, tí teir vunnu greiðan 39-28 sigur á Róki Akralíð og liðfeløgunum. Í steðginum var Otterup á odda 19-15.
Rókur gjørdist næstbesti málskjúttin hjá HEI Skæring við fýra málum.
Nú eru bert tríggir dystir eftir í grundspælinum, og skírisdag tekur HEI Skæring móti Skive, ið liggur næstfremst í deildini við 40 stigum, so tað sær ikki so øðiliga bjart út hjá Róki og liðfeløgunum at røkka níggjunda plássinum nú.
| 1 | Nordsjælland | 23 dystir | 41 stig |
| 2 | Skive fH | 23 | 40 |
| 3 | Ajax | 23 dystir | 31 stig |
| 4 | HC Midtjylland | 23 | 31 |
| 5 | HØJ | 23 dystir | 29 stig |
| 6 | Sydhavsøerne | 23 | 24 |
| 7 | Grindsted | 23 | 23 |
| 8 | Skovbakken | 23 | 23 |
| 9 | Otterup HK | 23 | 22 |
| 10 | HEI Skæring | 23 dystir | 19 stig |
| 11 | Tønder | 23 dystir | 15 stig |
| 12 | Vendsyssel | 23 | 10 |
| 13 | HC Odense | 23 | 9 |
| 14 | SUS Nyborg | 23 dystir | 5 stig |











