Rókur í Natúr

Vinnarin av Singer/Songwriter 2004 Rókur Jakobsen hevur skrivað nógv tilfar til komandi solofløguna hjá sær. Okkurt av hesum verður óivað at hoyra, tá Rókur fer á pallin í Café Natúr í annað kvøld, fríggjakvøldið og leygarkvøldið.

Rókur er ein av allar bestu songrøddunum í Føroyum og hevur eini viðfødd evni at skriva fangandi løg. Hetta eru óivað evni, ið ganga í arv, tí Rókur annað ættarlið av Teimum á Kamarinum. Hann hevur sjálvur staði á odda í bólkum sum Lokum, Tangz, Diatribes, MC-Hár og All That Rain, umframt at hann hevur spælt nógv sum einstaklingur.
Nú verður so høvið at hoyra henda frálíka sangfugl live í Café Náttúr.
 
nud