Rókur nýggjur næstformaður

Svimjisambandið hevð um vikuskiftið eykaaðalfund, har val av næstformanni var á skránni

Svimjing

 

Fundurin varð hildin í ÍSF-húsinum, og vóru seks av sjey svimjifeløgum umboðað. Rókur í Jákupsstovur var einasta uppskot til næstformann.

Í starvsnevndini sita nú Jon Hestoy, formaður, Rókur í Jákupsstovu, næstformaður, Jórun Eið Johannesen, skrivari, Palli Eysturberg og Andrea Eldevig. Til varalim í starvsnevndini var Sørin Djurhuus úr Gøtu valdur. Eisini varð dómsnevndin afturvald og eru limirnir: Poul Nolsøe, Poul Poulsen og Hanna Jøkladal afturvald.

Uppskot um reglugerð til stuðulssavtalur varð lagt fyri fundin og dúgliga varð kjakast um hvussu henda reglugerð skal skipast, fundurin samdust um at starvsnevndin arbeiðir víðari við hesum uppskoti.

At enda varð kunnað um avbjóðingar, ið liggja fyri framman.

Í ætlanunum hjá Svimjisambandinum fyri heystið liggja venjingarlegur, bæði fyri NUM/NJM liðið og landsliðið. Landsdystur Føroyar-Ísland, luttøka í World-cup kappingum í Moskva, Stockholm og Berlin, Norðurlendskt Juniormeistaraskap í Bergen og Evropeikst Meistarakapping í stuttum hyli í Istanbul.

Eisini varð kunnað um nýggja kalendarskipan, ið nú er virkin hjá Svimjisambandinum, eins og nýggj fráboðanarskipan fyri metum.