Rókur hevur loyst

Tað eru einar 2-3 vikur síðan, at nýggi trolarin hjá Føroya Fiskavirking, Rókur, var klárur at loysa, men eftir øllum at døma hevur alt ikki gingið so væl við at sleppa avstað, sum eigararnir høvdu vónað

Fiskivinna

 

Nú um dagarnar stevndi annar av trolarunum, sum Føroya Fiskavirking hevur keypt, umsíðir úteftir Skálafjørðinum á veg til fiskiskap.

Seinastu vikurnar hevur ísfiskatrolarin ligið í Runavík, har nýggj verksmiðja er sett í skipið, og onkrar broytingar eru gjørdar í lastini.

Tað er maskinverkstaðurin FJM í Runavík, sum hevur gjørt umbyggingararbeiði umborð á Róki.

 

Dróg út

Jónsvein Knudsen, útgerðarmaður hjá Føroya Fiskavirking, sigur, at tað hevur drigið út hjá Róki at sleppa til fiskiskap.

- Eg havi ikki blandað meg upp í hetta málið, tí hetta hevur verið eitt mál millum eigararnar myndugleikarnar, men tað hevur tikið nógv longri tíð enn ætlað at fáa øll viðurskifti upp á pláss, sigur hann.

Føroya Fiskavirking hevur keypt tveir trolarar, tvey systurskip. Annað er keypt úr Írlandi, hitt úr Skotlandi.

- Lerkur, sum var hin seinni, ið kom heim úr útlandinum, verður í løtuni longdur á Tórshavnar Skipasmiðju. Eg haldi, at hetta arbeiði hevur gingið eftir ætlan. Nú leingjanin er um at verða liðug, verður nýggj verksmiðja sett í skipið, og somuleiðis verða onkrar broytingar gjørdar í lastini.

Tá Lerkur er longdur, hevur hann somu longd sum systurskipið Rókur.

Jónsvein sigur seg vænta, at tað fer at ganga skjótari at seta nýggja verksmiðju í Lerk enn í Rók, tí verksmiðjan, sum var umborð á Lerki, er langt síðan tikin úr skipinum.

- Nýggja verksmiðjan, sum FJM hevur bygt, er klár at seta í skipið, og vit vænta, at hetta arbeiði fer at taka einar fjúrtan dagar ella so, sigur útgerðarmaðurin.

 

Rókur og Stelkur

Tá ið Lerkur verður klárur til fiskiskap, fer hann at partrola saman við Róki. Meðan bíðað verður eftir Lerki, partrola Rókur og Stelkur.

- Tað er soleiðis, at bæði Bakur og Stelkur skulu á beding í Klaksvík, har maskinurnar skulu eftirhyggjast, og fyrstur norður hagar er Bakur. Tí eru Rókur og Lerkur í fyrsta umfari farnir út saman, sigur Jónsvein Knudsen, útgerðarmaður.