Rókur: Góður vøllur og góð mál

(Frá Rás2) Veteranurin hjá HB, Rókur av Fløtum Jespersen var sera fegin um sigurin og eitt "lekkurt" mál

Lagið var framúr gott hjá HB-veteraninum, Róki av Fløtum Jespersen, tá Tróndur Arge fekk orðið á hann aftaná 4-1 sigurin hjá HB á 07 Vestur á tí nýggja undirlagnum á Dungasandi vesturi í Sørvági fyrr í dag.

 

- Góður vøllur og góð mál, soleiðis tekur Rókur av Fløtum Jespersen stutt samanum. Hann ger greitt, at hóast heimaliðið kom á odda 1-0 tíðliga í dystinum so fóru teir ikki í panikk av tí, men vóru vísir í, at teir fóru at vinna dystin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Rók av Fløtum Jespersen aftaná 4-1 sigurin vesturi í Sørvági fyrr í dag.