Rýkur evran, rýkur ES

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði í einari røðu í dag, at kreppan, sum Evropa hevur at dragast við, kann vera tann ringasta síðani seinna heimsbardaga. Men hon legði dent á, at kreppan kann samstundis leggja lunnar undir nakað betri og sterkari, og hon duldi ikki fyri, hvussu umráðandi tað er at bjarga evruni.

-Rýkur evran, rýkur Evropa, og Evropa er grundarlagið undir vælferðini í Týsklandi, segði Merkel í røðuni fyri floksfeløgum í býnum Leipzig. Hon vísti á, at 60 prosent av týska útflutninginum fer til onnur lond í ES, og at hesin útflutningurin tryggjar níggju milliónum týskarum arbeiði.

Nógvir týskarar halda, at Týskland rindar lutfalsliga nógv av kreppuni í Evropa, men Angele Merkel roynir at sannføra teir um, at Týskland eigur at hava ein leiðandi leiklut og at virka fyri tættari búskaparsamstarvi í ES.