Rókur: Danmark gav einki frá sær

(FM1) Veteranurin, Rókur Akralíð heldur, at spælararnir gjørdu alt teir vóru mentir

- Vit gera alt hvat vit kunna, og meir kann ein ikki krevja av okkum. Orðini eigur landsliðsveteranurin, Rókur Akralíð aftaná 17-35 (8-17) tapið ímóti Danmark í EM-undankappingardystinum á heimavølli í Skjern.

 

Rókur Akralíð staðfestir, at danska stjørnuliðið gav einki frá sær í dystinum. Tað var sera hart viðgongur Rókur, men hann undirstrikar, at talan var ikki um nakað skitið spæl.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin hjá in.fo og FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Rók Akralíð aftaná dystin ímóti Danmark.