Síðani 2006 er Tom Nordlie, sum eitt nú var venjari hjá Toda Jónsson, blivin uppsagdur í trimum norskum feløgum. Men hóast tað kanska skaðar eftirmælið, hevur hann fingið yvir sjey milliónir burturúr. Uppsøgnin í Fredrikstad FK í farnu viku gevur honum 2,2 milliónir krónur, umframt at hann í Lillestrøm í 2008 fekk 2,3 milliónir og í IK Start í 2006 fekk 1,7 millión krónur fyri at gevast í úrtíð.