Føroyska manslandsliðið í hondbólti venur í løtuni fram móti landsdystunum móti Montenegro og Danmark, og tað er serliga kroppsliga venjingin, ið dentur verður lagdur á.
Les eisini: Vøddar á landsliðnum: Hava tikið 3 kilo uppá
Ein, ið letur væl at hesum venjingum er Rókur Akralíð, ið telist millum royndastu landsliðsleikararnar.
Hann hevur verið við í undankappingum fyrr, seinast í 2011, og hann er púra greiður um at tað er aftur tíð hjá landsliðnum at royna seg á hesum støði.
Rókur Akralíð vísir á, at føroyskur hondbóltur er í menning og at hetta millum annað sæst aftur í hvussu nógvir leikarar leita sær uttanlands í hesum døgum.
Eisini eru umstøðurnar uttan fyri vøllin vorðnar sera góðar seinastu árini, og royndi leikarin sigur at alt tykist meira skipað og professionelt nú.
Væl skipaðar eru eisini styrkisvenjingarnar, har leikararnir undir kønari hond á Hera Ziska, gera stór framstig, og hetta er umráðandi sambært Róki Akralíð.
- "Á hesum støði sláa menn tað harðari. Menn viga meira og eru rætt og slætt sterkari", sigur kyndlamaðurin avgjørdur.
Ofta verður tosað um at tað var umráðandi at orka at renna leingi, men verjuserfrøðingurin vísir á at styrkin er eins umráðandi.
- "Tú kanst orka so væl tú vilt, men um tú berjist við ein, ið vigar 30 kilo fleiri, so verður tú móður áðrenn hann.
Tað hava vit sæð fyrr, at hóast vit eru væl fyri í orku, so er tað ov strævið tá ið mótstøðuleikararnir eru tað tyngri enn vit", greiðir Rókur Akralíð, ið er væl nøgdur við venjingarumstøðurnar, frá.
Hann vísir á, at leikararnir í føroysku deildini kunnu savnast til felagsvenjingar oftari enn útlendsku landsliðini, vegna stuttu frástøðuna millum feløgini. Gaman í eru nógvir føroyingar nú uttanlands, men teir ið her eru njóta sera væl av felags kroppsligu venjingini,










