Røktið heldur tey brekaðu í Føroyum

   

Elias Joensen
Janstovugøta 8-5
Tórshavn
?????????????

Eg vil við hesum innarliga heita á allar myndugleikarnar í Føroyum um at fremja tær útbyggingar soleiðis, at tey sum hava ávís brek verða verandi í Føroyum, her tey hoyra heima.Tit bygdu í 70-unum eit statshospital. Tað var mllum annað til at taka teir føroyingar heim, sum vóru á stovni í Danmark. Nú ganga tað ca 40-60 personar á Statshospitalinum, sum mangla at koma út á m. a vardar íbúðir, tað er mær sagt, at hvør persónor kostar ca kr 3000 um samdøgrið.
Útbúgvið heldur folk soleiðis at tey kunna røkta tey brekaðu her heima.
Tað vil vera væl bíligari enn at senda tey av landinum. Við døminum um lítla Petur venda vit aftur til ta gamlu skipanina, har vit senda tey, sum hava brek av landinum. Og um tit ikki gera neyðugar ábøtur á hesum øki nú, so mugu tit, ið ábyrgd hava ásanna, at tit ikki eru vaksin til uppgávuna.
Tit hava spælt fallit ? hava onga samkenslu.
Vilja tit vera vinarlig og geva mær svar upp á, hvat tit vilja gera við lítla Petur?