Røktarheim á trøðni hjá Júst Sivertsen

Sosiala nevnd hjá Tórshavnar Býráð ætlar, at røktarheim skal byggjast yviri við Strond í Havnl á trøðni úti við Boðanes, sum býráðið keypti frá arvingunum eftir Júst Sivertsen í fjør

 Sosiala nevnd hjá býráðnum hevur samtykt at mæla býráðnum til at játta 500.000 krónur til at fyrireika bygging av ellis- og røktarheimi yviri við Strond.
Hetta sigur Jógvan Arge, varaborgarstjóri á heimasíðu síni í kvøld. Hann sigur, at setast skal bygginevnd, sum í fyrsta umfari fær til setning at gera byggiskrá fyri ellis- og røktarheimið.
 Seinastu kanningarnar vísa, at stórur tørvur er á plássum á ellis- og røktarheimum í Havnar kommunu, sigur Jógvan Arge.
Í løtuni verður eitt ellis- og røktarheim til 24 fólk bygt aftrat Tjarnargarði í Stoffalág.