Í dag kl. 14 verður eitt tiltak í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn. Evnið er:
Skulu vit byggja røktarheim ella eldraíbúðir?
Tað eru Jákup Mikkelsen, formaður í trivnaðarnevnd løgtingsins, og Bergtóra H. Joensen, limur í trivnaðarnevndini og sosialráðgevari, sum koma at hava hvør sína framløgu upp á umleið 15 minuttir hvør. Aftaná verður kjak um evnið. Orðstýrari verður Katrin Dahl.