Arngerð Joensen
----------
Eg má geva Jógvan Arge rætt í, at stórur tørvur er á røktarheimsplássum til tey, ið hava akuttan tørv fyri neyðini. Avvarðandi eru í dýrastu neyð fyri at fáa hjálp til teirra seingjarliggjandi og lamnu, ið krevja hjálp alt samdøgri. Takk Jógvan, at tú hugsar um tey.
Bergtóra meinar, at tey eldru fólkini ikki ynskja røktarheim, og hetta kom fram á fundinum í Tilhaldinum, har meiriluti var fyri eldraíbúðum. Alt gott um tað, og tað er stórur tørvur á hesum. Men eg fílist á, at Bergtóra alla tíðina hongdi seg í, hvat røktarheimspláss kostaði landinum. Eg haldi hon skal fara út í øll tey óhóskandi sambýlini, ið eru totalt óhóskandi fyri fólk í rullistóli. Tað má vera eitt krav, at bygt verður til endamálið. Har td. Eirargarður og Lágargarður her í Havn eru eitt gott dømi um, at stovnar verða bygdir til endamálið, har atkomumøguleikin er framúr góður til fólk í rullistóli.
Hvør ynskir at vera røktarkrevjandi?
Tað er órealistist at trúgva, um tú verður gamal og óhjálpin, at tú kann fungera í einari eldraíbúð, um ikki hædd er tikin fyri, at ongar trappur eru, har breiðar hurðar eru og onnur krøv verða gingin á møti.
At heimahjálp kemur ein tíma onkuntíð til eitt røktarkrevjandi fólk, er tað tað, tey eldru í Tilhaldinum vilja hava?
Tað er gott, um tað verða bygt bæði røktarheim , eldraíbúðir í einum plani við lítlum urtagarði ella íbúðir sum kollektiv, tí fólk eru ymisk og tørvurin er ymiskur, og til tað
eru arkitektar óførir at tilevna tað soleiðis, at bygt verður til ymisk endamál og til ymiskan tørv. Gott dømi eru eldraíbúðirnar ” Solhjem ” í Gentofte, har lonir vóru bæði til einlig og til pør, og ein lon var til sjúklingar, har lækni og sjúkrasytrar vóru, og ein stór park var rundan um, har tey eldru kundu njóta náttúruna. Har var eisini aktivitetsrúm v.m.
Tað er løgið, at flokkar eru farnir at hugsa um at spara, nú tá ið talan er um tey eldru. Tað verður sagt, at í Danmark verða ikki bygt røktarheim longur, men tað hava sanniliga verið bygt í rúgvuvís av røktarheimum í Danmark. Eitt annað er nú, at mong eldri í Danmark liggja deyð í órøkt einsamøll heima., tí tey hava givið upp við at tosa við socialráðgevarar í kommununum, sum ikki kunnu finna paragraffir ella pening…er tað hetta, vit ynskja í Føroyum? Tað er ikki nóg mikið at tosa, nú má okkurt munagott gerast fyri tey eldru !!
Spyr tey avvarandi at røktarsjúklingum.
Flokkar vildu absolutt avtaka blokkin, so nú manglar peningur m.a. til tey eldru. Hækka blokkin aftur !!! og hann skal verða oyramerktur til: røktarheim,sjúkrahús og skúlar, so hesin peningur úr Ríkiskassanum ikki verður brúktur til alt annað, enn hann upprunaliga var ætlaður til, skal ikki verða brúktur til manssamfelagið at svansa burtur.
Tey eldru eru ikki ein byrða fyri samfelagið. Tey hava arbeitt fyri seg og goldið skatt til samfelagið í áravís, tí verða sett krøv, soleiðis at politikkararnir stuðla ymiskum bústøðum til tey eldru!!!