Tjóðveldi hevur gjøgnum alt valskeiðið arbeitt fyri at fáa Føroyar at góðkenna Kyoto avtaluna. Hetta eydnaðist nú í heyst, við løgtingssamtyktini um at taka burtur fyrivarni um Kyoto ískoytissáttmálan frá 11. desember 1997 til ST rammusáttmálan um veðurlagsbroytingar.
Hetta er í sjálvum sær eitt frambrot í føroyskum politikki, bæði tí hetta er ein viðurkenning av týdninginum at luttaka í altjóða avtalum, men eisini tí at um hetta málið finst ein breið semja. Tað vóru 26 atkvøður fyri málinum, ein ímóti og ongin blonk.
Tað sum síðani er hent í málinum er ein syrgisøga uttan líka. Tað útinnandi valdið, landsstýrið við løgmanni sum ábyrgdara, hevur ikki, vil ikki ella torir ikki at útinna tað sum løgtingið hevur álagt honum, nevniliga at boða ST frá um støðu okkara.
Og har liggur málið í dag, eitt sigursmál á tingi og fyri føroysku tjóðina, endaði í ráðaloysi hjá Føroya løgmanni.
Hetta eigur ikki at endurtaka seg, og mítt mál er at taka fulla altjóða ábyrgd í umhvørvismálum í Føroyum og á fólkatingi.
Men minst til, tú mást velja fyrst.
Les meira á www.tjodveldi.fo/heidi