Ríkt náttúruupplivilsi til ferðafólk í Suðuroy

Nú verður farið undir skipaðar útferðir við ferðafólki vestur undir Suðuroy

Ferðavinna

Í sambandi við ferðavinnu, eiga suðuroyingar eitt tilfeingi, sum teir lítla og onga nyttu hava gjørt burturúr og tað er stórfingna náttúran á vestursíðuni á Suðuroy, sum ikki stendur aftanfyri nakað annað pláss í landinum.
Men nú skal broyting koma í, tí nú verður farið undir skipaða sigling við ferðafóli vestur undir Suðuroynna, bæði undir Sumbiarbjørgini og Vágsbjørgini.
Tað verður skjóttgangandi báturin Mars hjá felagnum Kirkjukletti, sum nú fer at sigla við ferðafólki vestur undir Suðuroynna.
Báturin er sjálvandi góðkendur til sigling við ferðafólki.
Túrurin undir Sumbiar- og Vágsbjørgini er ein framúrskarandi túrur. Siglt verður úr Sumba, vestur undir Beinisvørð, framvið stakkunum og Lopranshólmi, norður undir Vágsbjørgini, og heilt norður á Vágseiðið.
Túrurin er eitt ríkt náttúruupplivilsi og har er ríkt fuglalív, eins og siglt framvið fleiri feitilendum.
Fyrsti túrurin verður nú leygardagin, tá siglt verður av Sumba kl. 14.00. Á hesum fyrsta túrinum verður Eli Poulsen úr Sumba frásøgumaður. Túrurin tekur umleið 3 tímar.
Kostnaður fyri vaksin 250 krónur. Børn ímillum 7 og 15 ár betala 150 krónur og hjá børnum undir 7 ár er tað ókeypis.
Men tað skal meldast tí í seinasta lagi í dag, fríggjadagin á Kunningarstovuni í Vági.