Á ellisheiminum á Tjarnagarði búgva umframt tey eldru kaninir, fiskar, fuglar, skjaldbøkur og ein chiwawa hundur. Hvønn dag fara tey eldru dúgliga upp til dagsins góða gerning og taka sær av djórunum:
- Búfólkini á ellisheiminum ganga høgt upp í djóralívið og eru sera góð við djórini. Hvønn dag ganga tey runt og hyggja og práta við tey. Somuleiðis geva tey teimum at eta og reinsa búrini, sigur Poula Debes, heilsurøktari á Tjarnargarði.
Á Tjarnargarði koyra starvsfólkini eftir einari skipan, ið kallast Iden-alternativ. Skipanin leggur dent á at sameina djór, plantur og menniskjur, men somuleiðis eisini at gera ellisheimið so heimligt, sum til ber:
- Vit hava lagt nógva orku í at skapa røttu umstøðurnar á heiminum við eitt nú einum góðum urtagarði við eplum, blómum og djórum, sigur Ann Mari Jensen, starvsfólk á Tjarnargarði. Hon leggur afturat, at á dagdeildini eru eitt nú fleiri dement fólk, ið hava mist málið, og at práta við djórini er ein sera góður máti hjá teimum at samskifta:
- Tey eldru fáa umsorgan frá okkum, men vit mugu ikki gloyma, at tað somuleiðis er umráðandi hjá teimum at geva øðrum umsorgan. Og at ansa eftir djórum er ein góður háttur til hetta, sigur hon.
Djórini á Tjarnargarði vekja ikki einans áhuga hjá teimum eldru, men somuleiðis hjá børnum. Og í heilum eru barnagarðar og vøggustovur á vitjan á ellisheiminum:
- Tað frøir sjálvandi tey eldru, at tað dagliga er lív í húsinum, sigur Ann Mari Jensen at enda.










