Pia Christmas-Møller hevur nú tikið seg úr Konservativa Fólkaflokkinum Í dag hótti konservativi floksformaðurin, Bendt bendtsen, við at koyra Piu Christmas-Møller úr flokkinum, nú eitt uppskot hjá henni kann koma stjórnini í minniluta í Fólkatinginum.
Men formaðurin sleppur frá at taka stigið, tí Pia Christmas-Møller hevur nú meldað seg úr flokkinum, sigur danska útvarpið.
Pia Christmas-Møller var politisk framsøgukvinna hjá Konservativa Fólkaflokkinum. Tað starvið misti hon aftan á valið tann 13. novembur, og tað fekk hana at taka seg úr tingbólkinum. Nú er hon so eisini farin úr flokkinum.