Eftir at franski forsetin, Emmanuel Macron, í gjár upplýsti, at hann ætlar at endurbyggja kendu dómkirkjuna Notre Dame, hava fleiri bjóðað seg fram.
Franski ríkamaðurin Bernand Arnault ætlar at lata 200 milliónir evrur sum er 1,49 milliardir krónur.
Bernand Arnault er stjóri í bólkinum LVMH, sum eigur fleiri luksusmerki, so sum Louis Vuitton.
##med2##
Fráboðanin um eldin kom klokkan 17:50 í gjár, tá tjúkkur roykur sást úr gomlu dómkirkjuni og út yvir franska høvuðsstaðin París.
Í gjár lovaði ein rørdur Marcron, at dómkirkjan skuldi endurbyggjast, og stutta løtu seinni komu fyrstu donatiónirnar.
Tað var franski milliardiingurin François Pinault, sum fyrst boðaði frá, at hann vildi lata 100 milliónir evrur, ella góðar 745 milliónir krónur til at endurbyggja Notre Dame.
Á Twitter heitir Donald Tusk, ES-forseti, í morgun á øll tey 28 ES-londini um at taka lut í endurbyggingini.
Um tíggjutíðina í gjárkvøldið boðaði sløkkiliðsleiðarin í París, Jean Claude Gallet, frá, at tey høvdu bjargað teimum báðum tornunum og tryggjað, at grótkonstruktiónin ikki rapaði.
Logarnir høvdu tá fingið fatur á spírinum, sum hoknaði undan. Seinni fór takið sama veg.
Enn er ógreitt, hvør orsøkin er til, at eldur kom í ta meira enn 850 ára gomlu dómkirkjuna.
Fleiri halda, at eldurin kyknaði í sambandi við umvælingina av kirkjuni, men tað er enn ikki váttað.
/ritzau/