Russiski ríkmaðurin Mikhail Prokhorov (myndin) kunngjørdi í dag, at hann ætlar sær at bjóða Vladimir Putin, forsætisráðharra av á forsetavalinum, sum verður í mars næsta ár. Sambært BBC sigur Prokhorov avgerðina vera ta týdningarmestu, sum hann nakrantíð hevur tikið.
Mikhail Prokhorov, sum vanliga verður umrøddur sum nikkel-kongurin, er sambært listanum hjá Forbes triðríkasti maður í Russlandi, og ognir hansara eru mettar til 18 milliardir amerikanskar dollarar. Í USA er hann kendur sum maðurin, ið eigur kurvabóltfelagið New Jersey Nets.
Vladimir Putin hevur sagt, at hann stillar upp til forseta næsta vár, men tey nógvu mótmælini ímóti honum og flokki hansara, Sameint Russland, hava fingið summar eygleiðarar at siga, at tað er als ikki óhugsandi, at tað verður neyðugt við tveimum valumførum fyri at finna ein vinnara.