Ríkmaður skotin

Løgreglan í Bulgaria hevur staðið á varðhaldi, síðani landsins ríkasti maður varð skotin uttan fyri ein skrivstovubygning í miðbýnum í høvuðsstaðnum Sofia seinasta fríggjadag.
Iliya Pavlov var stjóri í størstu ídnaðarfyritøkuni í Bulgaria. Tann 43 ára gamli fyrrverandi ítróttarmaðurin gjørdist ovurríkur av ymsum handilsvirksemi í teirri stóru broytingartíðini í Bulgaria í 1989, men bæði myndugleikar og onnur hava leingi havt illgruna um, at alt var ikki farið reiðiliga fram. Dagin eftir at Pavlov varð skotin, varð ein moldoviskur handilsmaður skotin tætt uttan fyri Sofia, og bulgarska løgreglan heldur, at samband kann vera ímillum tey bæði morðini.
Tað er eisini hugsandi, at morðið á Pavlov hevur eina politiska síðu. Dagin fyri morðið var Pavlov í rættinum, har hann vitnaði ímóti tveimum monnum úr Ukraina, sum eru ákærdir fyri at hava beint fyri fyrrverandi bulgarska forsætisráðharranum Andreij Lukanov. Í rættinum segði Pavlov seg vita, at tríggir menn í Bulgaria høvdu biðið teir báðar ukrainsku menninar myrða Lukanov.
Polska tíðarritið Vprost skrivaði í fjør, at Iliya Pavlov var ríkasti maður í Eysturevropa. Sambært tíðarritinum átti hann ognir fyri umleið hálva aðru milliard dollarar.