Ríkmaður í rættin

Í gjár var fyrsti rættarfundurin í málinum ímóti ríkasta manni í Russlandi, Mikhail Khodorkovskij, sum er ákærdur fyri skattasvik og annað svik fyri fleiri milliardir krónur. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 10 ára fongsul.

Ákæruvaldið vil vera við, at hann hevur skákað sær undan at gjalda russiska ríkiskassanum fleiri milliardir krónur í skatti og avgjøldum, og í vikuni segði ein dómstólur, at Khodorkovskij skal gjalda ríkiskassanum einar 20 milliardir krónur. Sjálvur hevur hann sagt, at rættarmálið ímóti sær er politiskt, tí at hann hevur stuðlað politiskum mótstøðumonnum hjá Vladimir Putin, forseta.

Tann 41 ára gamli Khodorkovskij stovnaði í síni tíð oljufelagið Yukos. Í oktober í fjør varð hann tikin, tá privatflogfar hansara millumlendi á einum flogvølli í Sibiria. Hann verður hildin at vera ríkasti maður í Russlandi, og serkøn halda, at hann eigur pengar og virði fyri einar 100 milliardir krónur.