Ein avstralskur millióningur vil nú byggja eitt nýtt skip, og tað skal vera eitt kopi av Titanic.
Skipið skal eisini sigla somu leið sum gamla skipið. Um alt gongur sum ætlað, so verður tað í 2016, at fólk kunnu sigla ein túr við Titanic.
Clive Palmer eigur reiðaríi Blue Star Line, og hann stendur handan byggingina av stóra skipinum, sum tó fer at fer at hava internet og aircondition, skrivar heimasíðan hjá DR.
Titanic varð mett at verða tað tryggasta skipið í heiminum, og sagt var, at tað var ómøguligt, at Titanic nakrantíð skuldi søkka.
Men Titanic sigldi á eitt ísfjall og sakk sín fyrsta túr tann 15. apríl 1912, ávegis úr Southampton í Bretlandi til New York. Umleið 1500 fólk doyðu hesa lagnunátt, tí ov fáir bjargingarbátar vóru umborð á skipinum.
Clive Palmer sigur, at skipið skal vera akkurát líka sum gamla skipið, men at hann ætlar at hava eina bjargingarætlan umboð, so at fortíðin ikki endurtekur seg.
Tað skulu sostatt vera bjargingarbátar til 2600 ferðafólk og 900 arbeiðsfólk, sigur hann.
Fyritøkan hevur fingið fyrispurningar frá fólki, sum vilja rinda meira enn eina millión fyri ein ferðaseðil til fyrsta túrin hjá nýggja Titanic.