Ríkmaður bjargar Dimmu

Poul Hansen, advokatur í Havn og rík­mað­ur, hevur hjálpt Dimm­a­lætt­ing, sum hev­ur ver­ið í tung­­um sjógvi leingi. Gamla blað­ið hev­ur havt trupult við at gjalda hvørj­um sítt og hava peng­ar til løn­ir og rokn­ing­ar ann­­ars.

Men nú hevur blaðið fing­ið hjálp frá Poul Hansen, sum vátt­ar, at hann hevur keypt út allar debitorar hjá Dimma­lætt­ing.
– Tað er betri for­rætn­ing fyri meg enn at lata peng­ar­nar standa í bankanum, sig­ur Poul Hansen, sum ikki vil upplýsa, hvussu stór upp­hædd­in er.
Men sum skilst er talan um mill­iónir.
Um eigarin av Dimma­lætt­ing hevur fingið hugskotið at læna frá Poul Hansen við at lesa Dimmu, vita vit sjálv­andi ikki. Men tað er nær­lagt at hugsa sær tað, tí Dimma­lætt­ing skrivaði 23. apríl í ár um hend­an rík­­mann­in, sum var far­in at læna pengar til teirra, sum bank­arnir ikki vildu nerta.
– Og tað er komið á eitt turt stað hjá fleiri fyritøkum í Før­oy­um, skrivaði Dimma­lætt­ing.
Og blað­ið spekulerar eisini uppá, hvønn tað er, sum hesin rík­­mað­urin er farin at fíggja. Poul Hansen váttar fyri Dimm­a­­lætt­­ing, at talan er um 10 lán, og at tal­an er um ein­føld lán. Dimm­alætting skrivar, at hann vil ikki siga, hvørj­um hann hev­ur lænt pengar, men tey gita, at Poul Hansen fíggjar Sp/F 14, sum er felagið hjá Mohr-fam­iljuni, sum á sinni átti skip­a­smiðj­una. Hetta fel­agið er sera illa fyri við eini neg­ativari egin­ogn upp á 123 milliónir krónur.
Eftir húsagangin hjá Dimm­a­­lætting í 2010, tá gomlu eig­ar­ar, Sam­uel­sen-fam­iljan, mistu blað­ið og all­ar tess ognir – og har­við eina eg­­in­­ogn upp á um 30 milli­ónir krón­ur, hev­ur Sp/F Reyð­berg hjá Eyð­finni Reyð­berg keypt blað­ið »Dimm­al­ætt­ing« burt­ur úr gamla fel­ag­num.
Men síðani nýggja felagið tók við rakstrinum av blaðn­um, er felagið kom­ið við neg­a­tivum roknskapum upp á meira enn hálva aðru milli­ón, og hevur felagið tí ein neg­­­a­tiv­an eginpening upp á min­us 1,5 milliónir krónur. Til sam­an­ber­ing­ar kann sigast, at Sosi­al­ur­in í fjør hevði eitt yvir­skot upp á 1,3 milliónir krón­ur. Eg­in­pen­­ing­ur­in hjá Sos­i­al­i­num er 7,7 milliónir. Soleiðis eru við­ur­skift­ini broytt millum Dimma­lætt­ing, sum var Føroya størsta og rík­­asta blað í 122 ár – og Sos­i­alin.
Dimmalætting og Sos­i­al­­ur­in stovn­aðu í felag Prent­mið­støð­­ina í 2000. Hetta er ein­asta prent­smiðja, sum kann prenta bløð í Føroyum. Prent­mið­støð­ina eig­ur Sos­i­al­ur­in nú saman við Nema.