Í kvøld klokkan 20.30 fara bólkarnir Rökkvi og Ranchus á pall í Tøting í Syðrugøtu. Peningurin, sum kemur inn á konsertini fer til Fountain-húsið í Havn.
Oddamaðurin í Rökkvi, Rógvi Odvørsson er ein av brúkarunum av Fountain-húsinum í Havn, og hann er fegin um at kunna bera eitt sindur aftur til Fountain-húsið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Rògva Odvørsson. Í samrøðuni fortelur Rógvi Odvørsson eisini um væleydnaða túrin Rökkvi gjørdi til Grønlands, har teir á festivali í Sisimiut vóru stórliga fagnaðir.
Gongdin er góð hjá Rökkvi, og í summar skulu teir spæla á festivalum. Fyrsta dagin koma teirra løg eisini út á Spotify, og út á I-Tunes.