Røkkur ella støkkur í Fuglafirði

Í longri tíð hevur Fuglafjarðar kommuna arbeitt við at vekja áhuga fyri einum matvøruvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði. Nú ein nýggj verkætlan er komin undan kavi á Tvøroyri, har Varðin í Gøtu er við, er spurningurin, hvussu útlitini eru til eitt góðskingarvirki í Fuglafirði

FUGLAFJØRÐUR

Óli Samró, sum rekur Farec International, hevur hjálpt Fuglafjarðar kommunu í royndini at vekja áhuga og annars at finna íleggjarar til eitt uppisjóvarvirki í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur áður sagt, at áhugi hevur verið til staðar, og at umboð fyri stórar útlendskar fyritøkur hava verið og kunnað seg um viðurskiftini í Fuglafirði.
- Kommunan eigur byggilendi, og kommunan eigur bryggjukantin. Vit eiga eisini fjallahallirnar ella frystigoymslurnar, sum kunnu hýsa upp til 25.000 tonsum av frystum fiskavørum.
Sigurd Simonsen hevur ikki dult fyri, at kommunan hevur stóran áhuga í, at góðu umstøðurnar í Fuglafirði verða gagnnýttar til fulnar, og at fleiri arbeiðspláss soleiðis kunnu skapast.
Ætlanin, sum hevur ligið í kortunum í Fuglafirði, hevur snúð seg um eitt matvøruvirki til uppisjóvarfisk, sum skal hava eina framleiðsluorku á umleið 1000 tons um døgnið.
- Hetta er eisini tað, sum roknað verður við, at eitt tílíkt virkið skal megna fyri at verða við í kappingini við onnur virkir um tilfeingið av uppisjóvarfiski í norðurhøvum, hevur borgarstjórin sagt.
Sigurd Simonsen hevur áður undrað seg yvir, at føroyingar ikki hava hug at byggja eitt virki, sum veruligur tørvur er á í Føroyum.
- Helst hevði meginparturin av makrelinum í fyrsta umfari verið rundfrystur, tí nøgdirnar eru so stórar í bestu vertíð, men á virkinum verður eisini flakaverksmiðja, sum bæði kann virka makrel, sild og svartkjaft til ymiskar matvørur.
Hví hevur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu havt so stóran áhuga í, at eitt matvøruvirki júst verður bygt í Fuglafirði?
- Eitt uppisjóvarvirki er eitt av mínum hjartamálum, eins og hetta eisini er eitt hjartamál hjá Fuglafjarðar kommunu. Uppisjóvarfiskur fer meiri og meiri til matna, og fáa vit ikki eitt matvøruvirki, fara tey skip, sum fiska hesi fiskasløg, at hava minni og minni at gera í Fuglafirði.
Sigurd Simonsen hevur áður víst á, at bæði vinnulívsfólk og kommuna hava bygt upp eitt týdningarmikið tænastuvirksemi til skip.
- Her hava vit havnaløg, trolvirki, frystigoymslu, og vit hava bæði hydraulisk verkstøð og verkstøð, sum fáast við el, eins og vit hava oljuterminal til tungolju sum tænastu til skipini. Eg havi skilt á eitt nú norðmonnum, sum hava virkir, ið virka fløk úr uppisjóvarfiski, at fráfallið liggur um 50%, men tá samanum kemur er samlaða fráfallið helst eini 60%. Tað verður altíð ein partur av samlaðu nøgdunum, sum av ymiskum orsøkum ikki fara til matna.
Borgarstjórin hevur áður víst á, at tað kann hava stóran týdning fyri eitt ídnaðarvirki sum Havsbrún, at eitt matvøruvirki við slíkum fráfalli liggur í sama umhvørvi.
- Soleiðis, sum støðan er vorðin hjá Havsbrún, nú lutfalsliga fáar ídnaðarlandingar eru til virkið, noyðist Havsbrún at keypa stórar nøgdir av mjøl og lýsi úr útlandinum fyri at halda síni framleiðslu uppi.
Sosialurin hevði orð á Sigurd Simonsen í morgun, men tíverri hevði hann ikki stundir at siga okkum, um uppisjóvarætlaninar á Tvøroyri nú hava tikið ”luftina” úr ætlaðu verkætlanini í Fuglafirði.
Vit fara at venda aftur til borgarstjóran í Fuglafirði seinni í hesi vikuni.