Røkke vil hava Solskjær sum venjara

Sambært norska blaðnum, VG hevur norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke melda greitt út, at fyrrverandi Manchester United spælarin, Ole Gunnar Solskjær skal gerast høvuðsvenjari hjá Molde næsta ár.

 

Solskjær er í løtuni venjari hjá eykaliðnum hjá Manchester United, og tað er ikki heilt víst, at hann kemur aftur til norskan fótbólt komandi kappingarár. Fyri 14 árum síðani spældi Solskjær við Molde, áðrenn hann var seldur til Manchester United.

 

Kjell Inge Røkke, sum er høvuðseigarin hjá Molde ber ótta fyri, at eitt annað felag fer avstað við Solskjær Rosenborg, Brann, Viking og Vålerenga hava øll áður roynt at fáa Solskjær sum venjara. Norska fótbóltssambandið hevur eisini roynt at fáa fatur á Ole Gunnar Solskjær.

 

Ole Gunnar Solskjær hevur áður meldað út, at hann fyrr ella seinni ætlar aftur til norskan fótbólt. Fyrr í hesi vikuni keypti Solskjær sær eitt marglætishús fyri heilar 11,5 miljónir norskar krónur.

 

- Heim skal eg. Men nær og hvar, tað má familjan verða við til at taka eina avgerð um, segði Ole Gunnar Solskjær við VG fyrr í ár.