Røkke varð ársins leiðari

Tað var eingin ivi millum lesararnar, tá norska heimasíðan, www.dn.no, um ársskiftið skuldi kjósa ársins leiðara.
Kjeld Inge Røkke, sum eisini hevur føroysk áhugamál at røkja, fekk nærum ein triðing av atkvøðunum, og endaði soleiðis á einnum tryggum fyrstaplássi.
Djarvur, framsíggin og sín egni harri vóru nøkur av skoðsmálunum, sum vórðu latin stjóranum hjá Aker í atkvøðugreiðsluni.
Tey, sum vóru næst Røkke, vóru Bjørn Kjos, John Freriksen, Helge Lund og Celina Midelfart.