Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke ætlar sær nú av álvara at fáa lut í teimum nógvu oljupengunum í Noregi. Seinasta vikuskiftið bleiv fyritøkan Aker Exploration, sum Røkke eigur tveir triðingar av, góðkend til at kunna hava rættindi á norska landgrunninum, og tað merkir, at fyritøkan kann fáa lut í oljuni í undirgrundini. Aker Exploration hevur longu tryggjað sær ein boripall, sum verður tøkur í 2008. Leigumálið skal eftir ætlanini galda í trý ár