- Í ótrygga vinnulívinum vinnur og tapir ein pening, og í hesum føri hava vit mist pening, men vit ætla at halda fram og trúgva enn uppá, at ætlan okkara kann loysa seg, segði norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke, tá orð varð fingið á hann umborð á Nærabergi mánadagin.
Milliarderurin úr Noregi vísti aftur, at hann er her á kreppufundi, sum tað annars kundi bent á, nú verkætlanin higartil hevur kostað 102 milliónir, har føroyska fyritøkan JFK hevur mist níggju, meðan Røkke hevur veittrað farvæl til 94 milliónir av síni annars heilt hampiligu konto.
Trýr uppá svartkjaftin
Kjell Inge Røkke vísir á, at stovnurin við hvítum fiski er stórur og eigur at bera til, og ætlar hann tískil ikki at geva skarvin yvir hóast trý soltin ár.
- Vit trúgva uppá, at tað framvegis kann lata seg gera at fáa vinning burturúr verkætlanini í góða samarbeiði okkara við JFK. Vit hava higartil verið dugnaligir, men ikki nóg dugnaligir, og tað ræður um at hyggja at møguleikunum og loysnunum, sigur Kjell Inge Røkke.
Sostatt varð eingin bumba slept umborð á Nærabergi mánadagin, og legði norski stóríleggjarin eina við, at hann er í Føroyum at hyggja at umstøðunum her á landi, uttan at talan er um nakran kreppufund. Hvat prátið so hevur snúð seg um handan læstar dyr, kann ein bert gita sær til.
- Vit ætla at halda á við svartkjaftavinnuni við Nærabergi, og við at hyggja realistisk at samlaðu myndini, trúgvi eg framvegis uppá svartkjaftin, vísir normaðurin á uttan at geva nakra ávísa tíðarfreist um, nær tol hansara er uppi eftir trimum árum uttan yvirskot.
Lítlan týdning fyri Røkke?
Norski ríkmaðurin fekk gongd á virksemi sítt í Alaska í 70´unum, har hann breyt upp úr nýggjum við svartkjaftafiskiskapi og seldi matvøruna sum rættin surimi tengdan at japanska marknaðinum.
Í 90´unum kom Kjell Inge Røkke veruliga inn í norska vinnulívið, og eigur hann í dag um 800 fyritøkur, har bert ein minni partur er á fiskivinnuøkinum. Hann hevur m.a. gjørt nógv um seg á olju- og gassøkinum og innan skipasmiðjur.
Ríkmaðurin úr Noregi eigur ein 1/3 í verkætlanini við JFK Trol, sum eigur 2/3, men hóast hetta býtið hevur hann mist nógv meiri pening (94 mió) enn føroyska fyritøkan (9 mió).
Í prosentum er tó ivasamt, hvussu stóran týdning tap hansara í Føroyum hevur fyri samlaða búskapin hjá Røkke, sum framvegis ynskir at gera íløgur í Næraberg við fyritøku síni Norway Seafood. So tykist meiri standa uppá spæl hjá JFK Trol.