”Røkke & Co sparker 200”

Við at umbyggja Atlantic Navigator kemur framleiðslan av krill-olju hjá Aker BioMarine í Suðuríshavinum fyrr upp á tey 500 tonsini, sum er málið tey næstu árini

Fiskivinna

Norska fiskivinnublaðið Fiskaren hevur í vikuni grein um, at Atlantic Navigator fer at gevast í Føroyum til heystar.
Á forsíðu blaðsins er yvirskriftin ”Røkke & Co sparker 200 på Færøyene” og í undiryvirskriftini verður lagt aftrat, at ”Kjell Inge Røkke og de andre eierne av giganttråleren Atlantic Navigator har sagt opp mannskapet på 200 mann”.
Í greinini verður tíðindabrævið endurgivið, sum Hanus Hansen, stjóri í P/F Nærabergi, sendi fjølmiðlunum fyrr í vikuni.
- Høvuðsorsøkin til avgerðina er tann ótryggleiki, sum valdar í føroysku fiskivinnuni í sambandi við nýggju fiskivinnulógirnar, sum ætlanin er at fremja í Føroyum.
Tað er hesin ótryggleiki sum ger, at ”satsingin” hjá Aker BioMarine í Føroyum, sum eigur 33% av surimi-verkætlanini, gerst truplari.
Í greinini í Fiskaren verður eisini víst á, at samstarvið millum JFK og Føroyagrunnin øðrumegin og Aker BioMarine hinumegin fer at halda fram í P/F Nærabergi, og í løtuni verður mett um, hvussu hetta samstarv skal verða í framtíðini.
JFK og Norðoyagrunnurin eiga 67% av P/F Nærabergi og Aker BioMarine 33%.

Dýr umbygging
Aker BioMarine fer at yvirtaka Atlantic Navigator,
sum verður umbygdur til veiði eftir krill og framleiðslu av krill-olju í Suðuríshavinum.
Íløgan í nýggju verklætlanina hjá Aker BioMarine verður um hálva miljard, men við at umbyggja Atlantic Navigator, kemur verkætlanin í Suðuríshavinum fyrr í gongd.
Norðmenn halda, at íløgan, sum nú skal gerast í Atlantic Navigator, er umleið helmingurin av tí, sum eitt nýtt skip til hesa veiði og framleiðslu annars hevði kostað felagnum. Tí verður váðin eisini minni, um alt ikki skuldi gingið væl í Suðuríshavinum.
Tá ið umbyggingin verður liðug í 2009, fer Atlantic Navigator at avloysa skipið ”Saga Sea”.
- Á henda hátt kunnu vit koma upp á tey 500 tonsini av krill-olju eitt ár fyrr enn væntað, sigur Helge Midttun, deildarleiðari hjá Aker BioMarine við Fiskaren.