Røkka eina kapping fyri jól

Ítróttasamband fyri brekað fer í næstum at skipa fyri árligu jólakappingunum í ítróttagreinunum svimjing, boccia og borðtennis.

Kappingini í svimjing verður longu sunnudagin 20. november í Klaksvík, og vikuna eftir verður Badmintonhøllin í Havn karmur um jólakappingina í boccia. Síðsta kappingin áðrenn jólaferiuna verður í bortennis, og hon verður í fimleikahøllini á læraraskúlanum hósdagin 8. desember.

- Ítróttafólk úr feløgunum Svanur og Smæran fara at luttaka í kappingunum, men vit vóna at onnur eisini vera við, verður sagt úr ÍSB.

Ítróttafólk verða bólkað eftir kyni, aldri og førleika, soleiðis at ein fær so javnbjóðis kappingar sum møguligt.

Kappingarnar eru opnar, so fólk við breki, ið ikki ganga regluliga til venjingar, hava møguleika at luttaka í kappingunum.

Umframt kappingar verður skipað fyri einum ítróttadegi fyri børn og ung við breki í Suðuroy. Tiltakið verður í skúlanum á Tvøroyri leygardagin 26. november.