Vit kenna tað øll, hetta at hava eitt ynski um at broyta okkurt í okkara lívi fyri at betra um lívsgóðskuna. Tað kann vera alt frá at lættna 10 kilo til at stovna egna fyritøku. Men okkurt er, sum forðar. Umberingarnar rúgva seg upp, ella nógvu miseydnaðu royndirnar vísa, at okkurt meir enn vanlig viljastyrki skal til.
Og tað er júst her, ein coach kann hjálpa tær ávegis. Elisabeth Akursmørk greiðir frá, at coaching grundleggjandi snýr seg um at hjálpa fólki at uppdaga egnar styrkir og møguleikar til at røkka málum, tey seta sær.
Sunnari lívsstíl
Sum coach lurtar Elisabeth fyrst og fremst og setir ítøkiligar spurningar, so forðingarnar koma fram í ljósið við at persónurin sjálvur setur orð á tær.
- Eg blandi meg ikki uppí, hvørji mál og ynskir persónurin hevur um tað er at verða heimagangandi, skifta starv, skriva eina bók, klænka seg ella bara at blíva eitt betri menniskja. Tað týdningarmesta er, at eg kann geva øðrum kensluna av styrki, so tey kenna, at tey kunnu, tað tey vilja, og at tey hava uppiborið tað. Á hendan hátt kunnu tey finna motivatiónina til at handla, sigur Elisabeth.
Elisabeth er eisini økonoma, og fær sum vera man nógvar áheitanir um góð ráð frá fólki, sum ynskja at liva sunnari ella at klænka seg. Og her hevur tað víst seg, at coaching eisini kann verða júst tann rætti lykilin til at koma á mál. Sum dømi nevnir Elisabeth eina kvinnu, sum hevur gjørt alskyns royndir at klænka seg og liva sunnari. Kvinnan ger av at royna coaching. Hon og Elisabeth tosa fyrst saman um millum annað, hvørja kenslu kvinnan vil uppnáa við at klænka og liva sunnari. Hvat hon er sinnað at broyta við sínum matvanum? Hvussu nógv vil hon klænka, og hvussu langa tíð, tað skal taka at røkka málinum? Tá málið soleiðis er vorðið meir ítøkiligt, tosa tær báðar eisini um, hvørjar gamlar tankagongdir og sannføringar hava forðað henni í hennara ætlanum áður, og hvørji lívsvirði kunnu motivera hana av nýggjum.
- Í eini slíkari støðu mæli eg kvinnuni til longu sama dag at binda seg til at gera nakað, sum førir hana eitt fet víðari móti málinum. Hon hevur brúk fyri einum til at standa á síðulinjuni í eina tíð, tí alt krevur venjing, eisini at broyta matvanar og hugburð. Síðani avtala vit eina tíð at tosa saman aftur, til kvinnan klárar seg sjálv, greiðir Elisabeth frá.
Tú ert tað, tú hugsar
Elisabeth leggur dent á, at coaching er ein arbeiðsháttur, sum kann broyta gongdina í flestu førum, har fólk kenna eina ónøgd ella ójavnvág í sini lívsstøðu. Kjarnin í coaching snýr seg nevniliga um at bróta gomul tankamynstur, so persónurin sær seg sjálvan og umheimin í einum øðrum ljósi. Á tann hátt letur coaching upp fyri eini nýggjari sjálvsfatan og øðrvísi fatan av egnum møguleikum.
Ein sera vanlig forðing fyri, at vit fáa brúkt okkara møguleikar best, er júst negativar sannføringar, vit hava um okkum sjálvi. Men ein sannføring sum til dømis Eg eri ikki góð nokk, er ikki nakar endaligur sannleiki. Tað er ein persónlig sannføring, sum kann broytast. Saman við persóninum finnur Elisabeth út av, hvat negativu sannføringarnar hava kostað, og hvørjar kenslur tær hava havt við sær. Í hesum førinum ræður tað um at finna fram til nýggjar positivar sannføringar, sum persónurin við tað sama kennir seg motiveraðan til at halda fast í.
- Tað er altíð tín avgerð, hvat tú velur at trúgva um teg sjálvan, men sannføringini verður í stóran mun avgerandi fyri hvussu tú handlar. Á sama hátt sum vit siga, at tú blívir tað, tú etur, blívir tú eisini tað, tú hugsar. Velur tú at trúgva, at tú ert góð nokk, gevur tað nýggja styrki til at trúgva uppá, at tú nokk skalt røkka tínum máli og handla hareftir, sigur Elisabeth.
Fortíðin í framtíðini
Øll hava vit eina fortíð uppá gott og ónt, og hana kunnu vit ikki broyta. Men eins og við teimum persónligur sannføringunum, velja vit sjálvi, hvussu vit fyrihalda okkum til fortíðina, og hvussu hon harvið skal sleppa at ávirka nútíðina og framtíðina.
Ein syndarlig hending, stórur missur ella eitt nú álvarsom sjúka kann gera menniskju beisk og fáa tey at kenna seg órættvíst viðfarnan. Spurningar sum, Hví skuldi tað raka meg mala í høvdinum uttan íhald og gerast sjálvskaptar leinkjur av niðurbrótandi kenslum. Men í hvørji einastu svárari uppliving býr eisini møguleikin fyri at gerast eitt sterkari menniskja.
- Hendingin kann kennast ómetaliga órættvís. Men hon hevur samstundis givið persóninum ein heilt serstakan møguleika fram um onnur at síggja lívið á ein heilt øðrvísi hátt. Velur hann at síggja soleiðis uppá upplivingina, er tað onki ið forðar honum í at trúgva, at hann er vorðin eitt betri menniskja ella ásanna, at onki er ein sjálvfylgja og harvið uppliva gleðina við lívinum nógv sterkari, enn onnur. Tað ljóðar kanska sum ein kliché, men tað ber veruliga til at venda veikleikum til styrki bara vit eru opin fyri møguleikanum, sigur Elisabeth Akursmørk.