Rækjuvirkið á Oyri merkir minkingina

Sofus Poulsen, stjóri á Rækjuvirkinum á Oyri, sigur, at tey merkja týðiliga, at rækjuflotin er minkaður.
- Føroysku skipini eru grundarlagið undir virkseminum á Oyri, og henda ongar broytingar í tollviðurskiftunum við ES, er ikki ilt at ímynda sær, at uppaftur minni verður at gera, um rækjuflotin minkar uppaftur meira, sigur hann

Rækjuvinnan

Á rækjuvirkinum á Oyri, sigur stjórin, Sofus Poulsen, at tey merkja týðiliga, at færri skip eru í føroyska rækjuskipaflotanum.
- Vit plaga at arbeiða rækjur alt árið, undantikið tá ið fólkið hevur frí. Men í fjør lá virksemið stilt í fýra mánaðir tilsamans, tí virkið hevði ov fáar rækjur.
Hann sigur, at føroyski rækjuskipaflotin, sum er nógv minkaður seinastu árini, framvegis er grundarlagið undir virkinum á Oyri.
- Skulu vit keypa rækjur úr øðrum londum, noyðast vit at rinda 20% í tolli, og tá hongur virksemið ikki saman.
Sofus vísir á, at henda ongar broytingar í tollviðurskiftunum við ES, er ikki ilt at ímynda sær, at uppaftur minni verður at gera á virkinum, um rækjuflotin minkar uppaftur meira.

Tollsamráðingar

- Leingi hevur verið arbeitt við at fáa í lag eina betri handilsavtalu við ES, soleiðis at rækjur og onnur fiskasløg sleppa undan tollinum. Sum eg havi skilt, er málið nú komið har til, at okkurt hendir í næstum, tá ið samráðingar verða við ES um hesi viðurskifti.
Sofus Poulsen sigur, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri virkið á Oyri, um tey kundu keypt eitt nú norskar og íslendskar rækjur og selt tær av aftur landinum undir somu treytum sum føroyskar.
- Men so leingi, sum føroyski rækjuskipaflotin framhaldandi minkar, og vit ikki kunnu keypa útlendskar rækjur, eru framtíðarútlitini hareftir, sigur hann.