Rækjustovnurin á Flemish Cap støðugur

Ársfundurin hjá NAFO samdist um at taka undir við uppskotinum frá føroysku og grønlendsku sendinevndunum, og kunnu sostatt 11 føroysk rækjuskip í 1999 fiska á Flemish Cap í 1606 dagar tilsamans. Umframt á Flemish Cap kunnu tey eisini nýta hesar dagarnar í útsynningskantinum á Flemish Cap

Í føroysku sendinevndini á 20. ársfundinum hjá NAFO sum var í Lissabon vóru Andrass Kristiansen, Fiskimálastýrið, (samráðingarleiðari), Jens Helgi Toftum, Fiskimálastýrið, Árni Nicolaisen, Fiskirannsóknarstovan, Djóni Weihe, Fiskiveiðueftirlitið, Jákup Sólstein, Føroya Reiðarafelag og Jákup Egholm Hansen, Felagið Rækjuskip. Henrik Fischer umboðaði danska uttanríkismálaráðið í føroysku/grønlendsku sendinevndini.

Rækjufiskiskapurin á Flemish Cap tók seg upp í 1993, og vóru tað serliga Føroyar, Noreg og Ísland sum fiskaðu nógv á hesi leið tey fyrstu árini. Við gildi frá 1. januar 1996 varð fiskiskapurin reguleraður við mest loyvdum fiskidøgum og mest loyvdum skipatali. Dagatalið og skipatalið vórðu sett við støði í royndini hjá hvørjum landi sær í 1993-95.


Dagatalið minkað 10%

Í 1997 var loyvda dagatalið hjá hvørjum landi sær minkað við 10% og høvdu føroysk skip loyvi at royna í 1.607 dagar tilsamans við 11 skipum á Flemish Cap. Í 1998 er daga- og skipatal tað sama sum í 1997, men fiskiskapurin var ikki so góður í 1997 sum hann hevur verið hgartil í ár. Í 1997 fiskaðu føroysk skip 7.879 tons av rækjum á Flemish Cap og veiðan januar til august í ár er 7.333 tons, veður sagt í fundarfrágreiðingi frá Fiskimálastýrinum.

Sagt verður eisini, at Vísindanevndin hjá NAFO førir í síni frágreiðing fram, at hóast grundarlagið fyri at gera metingar er heldur veikt, metir hon rækjustovnin at vera støðugan, og at útlitini eru bjartari enn í 1997. Víst verður á, at síðan 1993 hevur miðalveiðan av rækjum á Flemish Cap ligið um 30.000 tons um árið. Tí mælir nevndin til, at veiðan í 1999 ikki fer upp um 30.000 tons.


1606 dagar í 99

? Við støði í hesum tilmæli mæltu Føroyar og Grønland til, at verandi reguleringsskipan heldur fram óbroytt. Umframt vartð skotið upp, at fiskiskapur eftir rækjum eisini verður loyvdur í kantinum vestur av Flemish Cap, har rlkjufiskiskapur ikki hevur verið loyvdur seinastu árini.

? Føroyar og Grønland grundaðu hetta uppskotið á, at rækjutilfeingið í kantinum náttúrliga er partur av rækjustovninum á Flemish Cap, og hesum sjónarmiði stuðlaði formaðurin í Vísindanevndini undir orðaskiftinum, sigur Fiskimálastýrið í frtágreiðing síni.

? Fundurin samdist um at taka undir við uppskotinum frá føroysku og grønlendsku sendinevndunum, og kunnu sostatt 11 føroysk rækjuskip í 1999 fiska á Flemish Cap í 1606 dagar tilsamans, umframt kunnu tey eisini nýta hesar dagarnar í útsynningskantinum á Flemish Cap, sum liggur í NAFO øki, verður sagt frá Fiskimálastýrinum.