Rækjuskipini í tungum sjógvi

Hóast støðan hevur verið og framvegis er trupul hjá rækjuskipunum, er okkurt, sum bendir á, at rakstrarfyritreytirnar hjá hesum skipabólki eru batnaðar nakað Tað er einki nýtt í roknskapargreiningini hjá Rasmussen & Weihe, at støðan hjá rækjuskipunum, sum eftir eru í føroyska fiskiskipaflotanum, ikki er serliga góð.

- Rækjuskipini hava havt nógv trupul ár á rað, og støðan er sum heild vánalig við árslok 2006.

Í løtuni eru trý rækjuskip í vinnu undir føroyskum flaggi.

- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag er miðalprísurin fyri kilo fyrstu 9 mánaðirnar í ár lækkaður í mun til somu tíð í 2006. Hinvegin er veiðinøgdin vaksin.

Rasmussen & Weihe halda, at okkurt kortini er, sum bendir á, at rakstrarfyritreytirnar hjá rækjuskipaflotanum eru batnaðar nakað í 2007.